Kringvarpið hevur ikki rættindi at vísa hálvfinaluna

Kringvarpið hevur ikki rættindi at vísa hálvfinaluna
Samráðingarnar millum Kringvarp Føroya og Sportfive um rættindini at vísa endaspælið hjá U21 hondbóltslandsliðnum í Pólandi slitnaðu.
 
27.06.2025 - 15:54

Tað verður eingin hálvfinala í sjónvarpinum í kvøld, tá ungu føroysku hondbóltsgarparnir skulu spæla móti portugisum í HM-endaspælinum í Pólandi.

Orsøkin er, at Kringvarp Føroya ikki hevur rættindi at vísa endaspælið.

Kringvarp Føroya samráddist við SportFive, sum eigur rættindini, men samráðingarnar strandaðu, tí partarnir vóru ósamdir um upphæddina, sigur stjórin í Kringvarpi Føroya, Magnus Dam.

1751217

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793