Royal Unibrew vøra verður kallað innaftur

Royal Unibrew vøra verður kallað innaftur
Vøran inniheldur spor av olju, sum matvørumyndugleikarnir ikki hava góðkent
Mynd: Royal Unibrew
 
29.06.2025 - 10:35

Royal Unibrew kallar nú vøru innaftur, sum inniheldur spor av olju, sum matvørumyndugleikarnir ikki hava góðkent.

Talan er um tað sum Lay’s Bugles Original og Lay’s Bugles Nacho Cheese, sum skal brúkast áðrenn 22. november í ár, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Vøran er seld bæði í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.

Tá vøran varð framleidd var ein olja, sum ikki er egnað sum matvøra, brúkt, sum er óegnað sum matvøra, gaman í av óvart, men hon endaði av órøttum í lidnu vøruni, sum tí skal afturkallast.

Sambært Royal Unibrew er eingin vandi, um ein bara hevur etið vøruna í avmarknaðum mongdum. Etur tú tað hinvegin regluliga í eitt longri tíðarskeið, so kann oljan hava ein ávísan váða við sær, sigur felagið.

Hevur tú keypt hesa vøruna, tað vil siga Lay’s Bugles Original við 125 grammum í og við 160 grammum  í og Lay’s Bugles Nacho Cheese 125 gramm so skalt tú antin tveita vøruna burtur, ella lata hana innaftur til handilin tú keypti vøruna frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392