Bara uttanríkispolitikkurin skal broytast

Bara uttanríkispolitikkurin skal broytast
Alt annað heldur fram óbroytt.
Nógvir fundir hava verið um støðu Føroya í danska ríkinum.
 
30.06.2025 - 09:09


- Mítt støði er, at vit broyta felagsskapin soleiðis, at hann verður millum javnbjóðis lond, so Føroyar fáa neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, meðan alt annað heldur fram óbroytt.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann, sum spurdi um tjóðarsemjuna millum allar flokkar uttan Sambandsflokkin.

Uttanríkispolitiskar heimildir eru neyðugar skulu Føroyar fáa limaskap í altjóða felagsskapum, sigur løgmaður.

Hann nevnir WTO, NEAFC, NAFO, EFTA og Norðurlandaráðið.

Verður niðurstøðan hjá grein seks nevndini, sum kannar, um Føroyar kunnu gerast limur í heimshandilsfelagskapnum WTO, at tað kunnu Føroyar, verður hon bara galdandi fyri WTO, sigur løgmaður.

Hon broytir ikki ta sannroynd, at flestu altjóða felagsskapir bara eru fyri sjálvstøðug lond, leggur hann aftrat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514