Anna prinsessa setur oyggjaleikirnar

bannari
Anna prinsessa setur oyggjaleikirnar
Oddvør Alberta Kimsdóttir ber føroyska vatnið, og Róland Toftum verður flaggberi, tá oyggjaleikasetanin á Orknoyggjum verður seinnapartin
Mynd: Gareth Talbot  
 
12.07.2025 - 14:22

Tað verður Anna prinsessa av Stórabretlandi, sum skal seta Oyggjaleikirnar í bjørtum sólskini á Orknoyggjum seint seinnapartin.

2000 ítróttafólk frá teimum tilsamans 24 oyggjasamfeløgunum vera til staðar, til siðbundnu setanina, sum skjýtur oyggjaleikirnar í gongd.

Góðir 70 føroyskir íðkarar umframt venjarar og hjálparfólk eru partur av hátíðarhaldinum, og tey bæði í høvuðsleiklutinum vera Oddvør Alberta Kimsdóttir og Róland Toftum.

Oddvør Alberta Kimsdóttir er 13 ára gomul og ger fimleik. Hon er yngsti føroyski íðkarin og skal sambært føroysku siðvenjuni bera føroyska vatnið.

Róland Toftum er kendur svimjari, sum hevur kappast á fleiri oyggjaleikum, men í ár skal hann ikki í hylin sjálvur, men er við sum venjari. Afturat hesum skal hann bera Merkið til setanina.

Setanin kann stroymast á heimasíðuni hjá oyggjaleikunum: https://www.orkney2025.com/

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531