Palllistaskúli verður í Varpinum

Palllistaskúli verður í Varpinum
Í næstu viku verður royndarverkætlanin Palllistaskúlin í Varpinum.
 
13.07.2025 - 18:14

Í næstu viku verður Palllistaskúlin fyri børn í Varpinum í Klaksvík. Tað er eitt tilboð til børn í aldrinum 9-12 ár. Tað eru Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Mentanarhúsið Varpið, sum í felag skipa fyri.

Palllistaskúlin hevur til endamáls at kveikja áhugan og undirvísa børnum í listagreinunum sangi, dansi og sjónleiki, umframt spæl og samansjóðing.

Birita Adela Davidsen, er ein av fyriskiparunum. Hon hevur fyriskipað fleiri barnaverkætlanir seinastu árini, m.a. barnaoperurnar Gandafloytan og Carmen. "Tað hava verið flest gentur við í teimum verkætlanunum, men tað eru fleiri dreingir sum hava meldað seg til Pallistalistaskúlan og tað fegnast vit um," sigur hon.

Birita Adela sigur, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur leingi havt ein dreym um at hava eitt skipað sjónleikatilboð til børn. Hetta er so ein roynd at skipa okkurt og vit ætla at hava fleiri dagar av Pallistaskúlanum í heyst.

Tilmelding fer fram á Opera.fo.

 

Hoyr samrøðu við Biritu Adelu Davidsen niðanfyri.

1753523

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329