RSP fer norður at seta futt í Viðareiði

RSP fer norður at seta futt í Viðareiði
"Eingin veitsla uttan ein av bestu live bólkunum í landinum, nevniliga RSP," skrivar Norð festivalurin, nú tað er greitt, at kúllarnir úr RSP vera á skránni í ár
Mynd: Filippo De Dionigi  
 
14.07.2025 - 23:00

Í rákanum frá nýslaktaðu kúnni, ið er eitt av hæddarpunktunum á Norð festivalinum, fara asfaltsrotturnar RSP úr Havn á pallin á Norð festivalinum 30. august. 

Tað kunngerð festivalurin í dag. 

Sambært fyriskiparunum, so lovar RSP at enda føroyska summarið við ársins braki. 

Og teir plaga at halda tað, ið teir lova, RSP, tí teir hava í fleiri umførum lagt bæði G! og SF fyri sínar føtur. 

 

Donsku Dodo and the Dodo's høvuðsnavn

RSP leggjast afturat einari rættiliga umfatandi skrá fyri Norð festivalurin, har bulurin sum altíð er føroyskur. 

Einasta útlendska navnið higartil er danski bólkurin Dodo and the Dodo's, ið er høvuðsnavnið.

Men afturat danska íkastinum, so eru nøkur av sterkastu nøvnunum á heimliga tónleikapallinum. 

Norð festivalurin hevur, umframt Dodo and the Dodo's og RSP, higartil eisini kunngjørt Páll Finnur Páll, Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Adrenaline, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe, Jens Marni Hansen, Karl Martin Samuelsen & Mikkjal Hvannastein, Uni Debess, Steintór Rasmussen og Ottar Skottar. 

Norð festivalurin verður á Viðareiði 30. august. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815