Badminton í fýra finalum fríggjadagin

bannari
Badminton í fýra finalum fríggjadagin
Føroyska badmintonliðið er í fýra finalum fríggjadagin. Føroyar verða umboðaðar í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum og monnum
Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen skulu bæði spæla finalur fríggjadagin
Mynd: Dánial Olsen  
 
16.07.2025 - 20:47

Badmintonliðið hjá Føroyum spældi seg í ikki minni enn fýra finalur eftir innleiðandi dystir allan mikudagin.

Rúni Øster og Miriam í Grótinum skulu spæla finalurnar í einmansleiki. Tvídysturin ímillum Føroyar og Grønland heldur fram, tí í kvinnufinaluni hittir Miriam í Grótinum Saru Jacobsen, meðan Rúni Øster skal royna seg ímóti Toke Driefter í mansfinaluni; bæði úr Grønlandi.

Í tvímansleiki við monnum fingu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster revansju fyri tapið í avgerandi finaludystinum í liðkappingini, tá teir vunnu 2-1 á Grønlandi í hálvfinalunum. Teir møta einum pari úr Guernsey í finaluni.

Í tvímansleiki hjá kvinnum var nær við, at tað gjørdist ein rein føroyafinala. Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen høvdu ongar trupulleikar í síni hálvfinalu, men tað endaði við vónbroti hjá tvíburðasystrunum Sáru og Miu Thorkildshøj, sum taptu 2-1 eftir at tær mistu trygga leiðslu í avgerandi settinum.

Finalumótstøðan hjá Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen verður ístaðin úr Isle of Man. Finalurnar vera fríggjadagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970