Danska verjan eltir aftur Melkart-2

Danska verjan eltir aftur Melkart-2
Russiska skipið er farið av Klaksvík, men hevur enn ikki boðað Vørn frá, um tað ætlar til fiskiskap
Danska verjuskipið, Knud Rasmussen, er aftur í kjalarvørrinum á Melkart-2
Mynd: Vesselfinder  
 
16.07.2025 - 19:52

Seinnapartin loysti Melkart-2 frá Ánunum og legði leiðina norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð. Nærum samstundis loysti danska verjuskipið, Knud Rasmussen, av Fuglafirði, og legði leiðina aftaná russiska skipinum.

Hóast tað er krav, at skipið skal boða Vørn frá í minsta lagi seks tímar áðrenn, at tað fer til fiskiskap, so hevur Vørn enn onga fráboðan fingið. Tað merkir tó ikki, at skipið ikki ætlar sær til fiskiskap í føroyskum øki. Tað skal bara boða frá seks tímar áðrenn, at tað fer at fiska, eru boðini frá Vørn.

Danskur áhugi
Melkart-2 er svartlistað í ES og í Noreg við teirri grundgeving, at skip hjá reiðarínum Murman Seafood eru til vanda fyri trygdina. Tó hevur skipið fiskiloyvi í Føroyum og loyvi at koma í føroyska havn. Orsøkin til tað er, at føroyskir myndugleikar ikki hava sett somu tiltøk í verk sum ES og Noreg.

Tó tykist áhugin hjá donsku myndugleikunum at vera stórur fyri skipinum. Danska sjóverjan fylgdi skipinum leingi, tá tað kom til Føroya. og tá tað legði at, fór løgreglan umborð at kanna passviðurskiftini. Nú skipið aftur hevur loyst, er danska sjóvaran aftur í hølunum á tí.

Vørn er varið
Kringvarpið hevur í kvøld fingið at vitað, at avgerð í dag er tikin um, at vanlig starvsfólk ikki longur sleppa at geva upplýsingar til fjølmiðlarnar um viðurskifti hja einstakum skipum. Slíkar upplýsingar verða í løtuni bara givnar frá leiðsluni, verður sagt.

Orsøkina til hetta, sigur Vørn vera stóra áhugan um russiska skipið, sum er í føroyskum øki.

Tó hevur Vørn váttað, at Melkart-2 enn ikki hevur givið boð um, hvørjar ætlanir, ið skipið hevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234