Haltandi Tórur fekk gullið í longdarlopi

bannari
Haltandi Tórur fekk gullið í longdarlopi
Í fimta lopi tryggjaði Tórur Mortensen sær gullið í longdarlopi, áðrenn hann meiddi sær fótliðið í sættu royndini. Hann væntar kortini, at gerast klárur til stafettirnar
Tórur Mortensen tryggjaði Føroyum gullið í longdarlopi
Mynd: Dánial Olsen  
 
16.07.2025 - 19:59

Við einum lopi upp á 7.40 metrar vann Tórur Mortensen gullið í longdarlopi á Picky-leikvøllunum í Kirkwall í kvøld.

Hann stríddist eitt sindur í fyrstu umførunum, men í fimtu royndini riggaði, og so var sigurin ikki í vanda. Verri var, at hann meiddi sær fótliðið í sætta lopinum, tá einki stóð upp á spæl.

Stafettirnar eru kortini ikki í vanda, helt Tórur Mortensen, sum ætlaði sær at røkka oyggjaleikametinum upp á 7.73, sum gotlendingurin Mattias Sunneborn eigur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576