Melkart-2 fer at fiska makrel

Melkart-2 fer at fiska makrel
Russiska skipið hevur í kvøld boðað Vørn frá, at tað fer at fiska makrel í føroyskum øki
Melkart-2 hevur boðað frá, at tað ætlar sær at fiska makrel í føroyskum øki
Mynd: Murman Seafood  
 
16.07.2025 - 20:59

Vørn hevur í kvøld fingið boð frá Melkar-2, at tað er á veg at fiska makrel í føroyskum sjógvi.

Tað upplýsir Jóhan Simonsen, deildarleiðari á fiskiveiðieftirlitinum, í kvøld.

Sambært reglunum, so skal skipið boða Vørn frá í minsta lagi seks tímar, áðrenn tað fer til fiskiskap í føroyskum øki. Tað er nú gjørt.

Melkart-2 heldur leiðina eystureftir, helst til økið, har hini makrelskipini eru. Danska verjuskipið, Knud Rasmussen, hevur vent aftur til lands, og eltir harvið ikki longur russiska skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576