Vinmenn í finalu: Nikkel basti Jóannesi í gýsara

bannari
Vinmenn í finalu: Nikkel basti Jóannesi í gýsara
Nikkel Petersen vann compound-finaluna ímóti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen í sonnum gýsara, har bert eitt stig var á muni
Nikkel Petersen væl nøgdur við gullið, meðan Jóannes Poulsen mátti lúta hesa ferð
Mynd: Tróndur Arge  
 
16.07.2025 - 17:28

Nikkel Petersen vann sannan gýsara ímóti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen í finaluni í compound-bogaskjóting seinnapartin mikudagin.

Finalan var sera spennandi. Teir skiftust um at vera frammanfyri, men tá síðsti pílurin var skotin var støðan 142-141 til Nikkel Petersen, sum tryggjaði sær sína triðju gullmedalju á leikunum. 

Somikið væl gekst hjá Nikkeli Petersen, at hann setti nýtt oyggjaleikamet við 146 av 150 møguligum stigum í áttandapartsfinaluni. Tapandi finalisturin, Jóannes Poulsen, kann troysta seg við, at hann feamvegis eigur føroyska metið upp á 148.

 

Silvur til Anju og Hans Petur

Føroyingar vóru eisini í finalunum í compound við kvinnum og recurve við monnum.

Har hepnaðist ikki so væl, tí Hans Petur Højgaard tapti greitt 6-2 fyri mótstøðumanninum av Falklandsoyggjunum, meðan Anja Eydnudal mátti lúta fyri sera royndu Zoe Gray úrGuernsey, sum vann 137-132.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576