10 prosent tollur á føroyskar vørur í USA

10 prosent tollur á føroyskar vørur í USA
Tá allur vøruútflutningurin verður tikin við, fóru 15 prosent til USA í fjør
Amerikanski tollurin rakar eisini føroyskar vørur.
Mynd: Hagstovan  
 
21.07.2025 - 08:17

Eisini føroyskar vørur, sum vera útfluttar til USA, fáa 10 prosent í tolli.

Higartil hevur eingin tollur verið.  

Ein góður fjórðingur av laksinum var útfluttur til USA í fjør.

Tá allur vøruútflutningurin verður tikin við, fóru 15 prosent til USA. 

Minni eftirspurningur úr USA, tí tollurin minkar keypiorkuna hjá amerikanarum, kann eisini raka føroysku fyritøkurnar óbeinleiðis, tí eftirspurningurin úr USA verður minni, skrivar Landsbankin.

Og tað sama er galdandi fyri ES.

Nærum helmingurin av føroyska vøruútflutninginum fór til ES í 2024. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851