Broytingar í lagi heldur ferðavinnan

Broytingar í lagi heldur ferðavinnan
Ferðavinnufelagið hevur ongar viðmerkingar um uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta lógina um burðardygga ferðavinnu
Orðið stuttleikabátar kemur í staðin fyri seglbátar í lógini um burðardygga ferðavinnu.åaåar
 
23.07.2025 - 06:55

Ferðavinnufelagið heldur tað vera í lagi, at gistingargjaldið í lógini um burðardygga ferðavinnu nú skal  eita burðardygdargjald.

Ferðavinnufelagið hevur ongar viðmerkingar um uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta lógina um burðardygga ferðavinnu.

Gjaldið verður tó óbroytt, 20 kr. fyri náttina, gist verður í Føroyum, men tó ikki meira enn 200 kr. tilsamans.

Og orðið seglbátar skal broyast til stuttleikabátar.

Neyvari ásetingar

Neyvari ásetingar um avrokning koma eisini.

Ásett verður í broytingaruppskotinum, at burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið.

Taks fær heimild til at krevja upplýsingar og roknskapartilfar.

Og ásetingar eru um rentu, innheinting, panting og afturhald í inntøku.

Revsiásetingin verður broytt samsvarandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328