Veiðigjaldslógin verður broytt

Veiðigjaldslógin verður broytt
Eftir galdandi skipan minkar veiðigjaldið, hóast prísurin er høgur og kostnaðurin lítil, men tað skal broytast sigur landsstýrið
Landsstýrið ætlar at broyta veiðigjaldslógina. Myndin er av Gøtunesi, sum er eitt av uppsjóvarskipunum.
 
01.08.2025 - 11:13

Tað er ikki tilætlað, at veiðigjaldið minkar, hóast prísurin er høgur og kostnaðurin lítil, tí fiskiskapurin er effektivari.

Fyri at sleppa undan hesum ætlar landsstýrið at broyta veiðigjaldslógina í heyst.

Lógin, sum hon er nú, sigur, at fer tøka kvotan niður um 50 prosent av miðal tøku kvotuni, sum er sett av seinastu fimm árini, fer veiðigjaldið niður í 50 prosent av veiðigjaldinum.

Hetta hendi við norðhavssildini í ár.

Neyðugt verður at gera aðra skipan uttan hesi lýti, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025