- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høgt virdi verturin Jan Restorff farin um sýn

Eitt av oddvitunum innan gastronomiska økið í Føroyum, men sanniliga eisini í øllum ríkinum, høgt virdi matstovuleiðarin á Søllerøde Kro, Jan Restorff, er deyður, einans 57 ára gamal.
Jan Restorff varð føddur í Havn 6. desember í 1967, og fekk tænastuvinnuna inn við móðurmjólkini. Hann var sonur Johan og Esther Restorff. Johan var í mong ár stjóri á Hotel Hafnia í Havn.
Jan hevur búð í Danmark so at siga alt sítt vaksna lív, og var giftur Kiru úr Rødovre, og saman høvdu tey børnini Tórur, Fraiu og Theis.
Arbeiðið var hansara hobby
"Eg elski at koma til arbeiðis," staðfesti Jan Restorff í dokumentarinum "Jan Restorff: Høgt virdi verturin", sum var partur av KVF-røðini "Gastronomiskir úrmælingar á altjóða pallinum" frá 2020.
Hann royndi ikki at fjala útyvir, at arbeiðið var hansara hobby.
"Eg elski at minnast aftur á, hvat fólk hava fingið at eta og drekka, og hvar tey sótu, tá tey vitjaðu seinast."
Í sendingini greiddi Jan Restorff eisini frá, at tær flestu ordiligu matstovurnar í dag gera góða mat.
"Munurin er ofta tænastan," legði hann afturat.
Jan Restorff lærdi til reseptiónist á Glostrup Park Hotel frá 1986-88, áðrenn hann var tænaralærlingur á SAS Royal CPH frá 1988 til 1990.
Hann bleiv upptikin í DK Sommelier Forening í 1991, tá hann eisini arbeiddi sum tænari á Søllerød Kro.
Hann var upp gjøgnum nítiárini eitt skifti sommelier og matstovuleiðari á fyrst SAS Royal CPH, og síðani matstovuleiðari á Glostrup Park Hotel og matustovuni La Cocotte.
Í 1999 gjørdist hann so matstovuleiðari og uppvartarin á Søllerød Kro, har hann starvaðist til hann lat eyguni aftur fyri seinastu ferð í gjár.
Við Jan Restorff sum matstovuleiðara, hevur Søllerød Kro havt eina Michelin-stjørnu í 19 ár á rað, sum verður mett at vera eitt satt bragd innan bransjuna.
Ársins Jan Restorff
Persónliga hevur Jan eisini verið undirdíktur í heiðurslønum frá donsku gastronomi og tænastuvinnuni fyri sítt høga fakliga støði í sambandi við raksturin av Søllerød Kro.
So mikið viðurkendur var Jan Restorff, at kenda matstovuhandbókin, "White Guide", fyri nøkrum árum síðani valdi at uppkallað sína tænastuvirðislønina eftir Jan.
Hendan virðislønin hevur seinastu árini snøgt sagt itið "Årets Jan Restorff'.
Tíðin kemur ikki aftur
"At fara út (at eta) noyðist ikki altíð at vera nakað vilt. Tað snýr seg meira um at vera saman," staðfesti Jan Restorff í dokumentarinum um hansara virki á Søllerød Krog.
"Babba (Jóhan Restorff) segði altíð 'minst til at geva tær tíð til tingini, tí tíðin kemur ikki aftur.' Eg segði, at tað skal eg minnast til. Men eg haldi, at eg havi verið líka vánaligur til tað, sum hann var."
Men so legði Jan afturat:
"Pápi mín var fantastiskur. Hann heilsaði upp á øll fólk, eins og Ingálvur av Reyni eisini gjørdi tað. Hann tók hattin av og segði hey og heilsaði upp á øll fólk. Hann var aldrin ov fínur at heilsa upp á fólk. Og tað hopi eg heldur aldrin at eg blívi."
Staðfest krabbamein í fjør
Tað var í mars fjør, at Jan Restorff fekk staðfest krabbamein.
Hann hevur havt tað gott eftir umstøðunum gott og verið til arbeiðis á krónni av og á, meðan hann hevur verið sjúkur.
Men seinastu vikuna gjørdist hann so sjúkur, at hann andaðist í gjár.
>>SÍ EISINI Á KVF SJÓN: "Jan Restorff: Høgt virdi verturin"



























