80 ár síðan kjarnorkubumbuna í Hiroshima

80 ár síðan kjarnorkubumbuna í Hiroshima
Minningarhald hevur verið í Hiroshima í dag
Borgarstjórin í Hiroshima, Kazumi Matsui (til høgru) og eitt umboð fyri syrgjandi familjurnar (fremst til vinstru) seta ein lista yvir kjarnorkuoffrini á gravsteinin undir árligu minningarhaldinum í Hiroshima-minnisvarðagarðinum í Hiroshima 6. august 2025
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.08.2025 - 17:29

Í dag eru áttati ár liðin, síðani ein kjarnorkubumba varð slept yvir japanska býin Hiroshima undir seinna heimsbardaga.

Bumbuálopið á Hiroshima varð mint við einum hátíðarhaldi í býnum í morgun, har umboð úr nógvum londum tóku lut, skrivar AP. 

Borgarstjórin í Hiroshima heitti á stjórnir kring heimin um at læra av álopinum á býin, og segði, at menning og goymsla av kjarnorkuvápnum fer at fáa álvarsligar avleiðingar.

Amerikansku atombumburnar, sum vórðu sleptar yvir Hiroshimaj tann 6. august í 1945, og yvir Nagasaki tríggjar dagar seinni, eru einastu kjarnorkuálop, sum nakrantíð eru framd. 

Umleið 78.000 fólk doyðu beinanvegin í Hiroshima, men við árslok í 1945 vóru tilsamans 140.000 fólk deyð orsakað av spreingingini.

Í Nagasaki doyðu fleiri enn 27.000 fólk, tá kjarnorkubumban varð slept yvir býin, og við árslok í 1945 vóru tilsamans umleið 70.000 fólk deyð orsakað av kjarnorkubumbuni. 

Sambært japansku myndugleikum doyðu yvir hálv millión fólk orsakað av álopunum á Hiroshima og Nagasaki; antin í sjálvari spreingingini av bumbunum ella seinni av skaðum ella sjúkum orsakað av geisling. 

Japan yvirgav seg tann 15. august í 1945.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860