Sleikja sárini eftir miseydnaða íløgu í Globe Tracker

Sleikja sárini eftir miseydnaða íløgu í Globe Tracker
Norðoya Íløgufelag tók seg burturúr, tá partapeningurin varð niðurskrivaður til null, og biðið var um nýggjan kapital
Globe Tracker er upprunaliga eitt føroyskt felag, sum skal menna útgerð til at hava yvirlit og eftirlit við bingjum, ið ferðast á heimshøvunum. 
Mynd: Globe Tracker  
 
13.08.2025 - 08:52

Norðoya Íløgufelag sleikir sárini eftir miseydnaða íløgu í felagið Globe Tracker.

- Tá partapeningurin í felagnum varð niðurskrivaður til null, og biðið varð um nýggjan kapital, valdu vit at takka fyri okkum, sigur Eyðfinn Olsen, stjóri í Norðoya Íløgufelag.

Í umleið 10 ár hevur Norðoya Íløgufelag - ið er felag undir Føroyagrunninum í Klaksvík - átt í felagnum Globe Tracker.

Globe Tracker er upprunaliga eitt føroyskt felag, sum skal menna útgerð til at hava yvirlit og eftirlit við bingjum, ið ferðast á heimshøvunum. 

 

 

Joel undir Leitinum er stjóri í Globe Tracker ApS. (Mynd: Globe Tracker)

 

74 milliónir í halli í fjør

30.desember í fjør verður allur kapitalurin í Globe Tracker niðurskrivaður til null.

Sambært 2024-roknskapinum hjá Globe Tracker ApS, skrásett í Danmark og nú høvuðsfelag í samtakinum, er talan um 34,7 milliónir dollarar - svarandi til 222 milliónir krónur - nú staðfestur at vera null krónur verdur.

Tað hendir eftir enn eitt ár við blóðreyðum roknskapartølum við 74 milliónum í halli fyri 2024.

Fyri nøkrum árum síðani fóru Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, Smyril Line og Tryggingarfelagið Føroyar, sum nú eitur Betri, burturúr.

 

 

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði og tvey feløg í LÍV-samtakinum eiga framvegis í Globe Tracker ApS.

 

Tveir eigarar eftir

Eftir niðurskrivingina 30. desember eru nú bara tveir eigarar eftir í Globe Tracker ApS. Tey eru reiðaríið Framherji í Fuglafirði, sum eigur beint oman fyri 50 prosent av felagnum, og so tvey feløg í LÍV-samtakinum - P/F Tryggingarfelagið LÍV og P/F LÍV, lívs- og pensjónstryggingarfelag - sum eiga tilsamans beint undir 50 prosent av felagnum.

Sambært donsku vinnuskránni er partapeningurin í felagnum nú 66,7 milliónir krónur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13082025_Globe_Tracker

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449