Úr Klaksvík til Suðuroyar at spæla til dans 15 ára gamal

Úr Klaksvík til Suðuroyar at spæla til dans 15 ára gamal
Og skuldi Hallur Joensen sleppa til Suðuroyar at spæla so ungur, skuldi 15 ára gamla stórasysturin við. Hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
Hallur Joensen á G! Festivali 2025
 
13.08.2025 - 11:00

Í sendingini Sangir úr mínum lívi, ið verður send beinleiðis í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Hallur Joensen at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hann. Og talan verður um sangir, sum í sjangruhøpi fevna víða.

Hallur sigur okkum um sítt fyrsta tónleikaminni og um countrytónleikin, sum Hallur tók til sín umvegis pápan, ið elskaði country. Og tá Hank Williams var í útvarpinum ella í Radio Luxembourg var friður við hús.

Hallur nemur eisini við tíðina, tá hann byrjaði sum tónleikari 13 ára gamal í bólkinum Haiko. Og tá Haiko skuldi spæla til dans á fyrsta sinni, var tað í Suðuroy, men tá settu foreldrini sum treyt, at skuldi Hallur til Suðuroyar at spæla, skuldi stórasysturin, sum var 15 ár, við suður. Og hvørja einastu ferð í átta ár fylgdi hon við.

Í sendingini fortelur Hallur okkum um sína egnu tónleikayrkisleið, samstundis sum hann sigur okkum um hví hann hevur valt júst hesar sangirnar til sendingina.

Sangirnir, ið Hallur hevur valt, eru Love Sick Blues við Hank Williams, Hello Josephine við Jerry Jaye, The Boxer við Simon & Garfunkel, Norwegian Wood við The Beatles, Another Brick in the Wall við Pink Floyd, Nobody's Child við Traveling Wilburys og A Groovy Kind of Love við Phil Collins.

Sangir úr mínum lívi, í útvarpinum hósdagin 14. august kl. 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360