Arnleyð fór ikki í skúla orsakað av óvissuni um løn undir útbúgving

Arnleyð fór ikki í skúla orsakað av óvissuni um løn undir útbúgving
Arnleyð Tungá skuldi byrja á Heilsuskúlanum í Suðuroy í gjár, men fór kortini ikki. Orsøkin er, at eingin avtala enn er gjørd um, at næmingar skulu fáa løn undir útbúgving
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
14.08.2025 - 12:35

Í gjár var fyrsti skúladagur á Heilsuskúlanum í Suðuroy.

Eftir ætlan skuldi Arnleyð Tungá vera ein av spentu næmingunum, ið høvdu fyrsta skúladag. 

Men soleiðis bleiv ikki. 

"Nei, eg eri ikki byrjað," staðfestir ein vónbrotin Arnleyð Tungá. 

 

Eingin semja

Orsøkin er, at eingin sáttmáli er enn gjørdur um løn undir útbúgving millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini hjá heilsurøktarum, heilsuhjálparum og námsfrøðihjálparum

Arnleyð Tungá var annars spent at byrja, tá løgtingið fyri summarfrítíðina samtykti lóg um, at lesandi á úbúgvingini fyri heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar skuldu fáa løn undir útbúgving.

Fyri at fáa løn undir útbúgving, skalt tú hava sáttmála við arbeiðsgevara, sum í hesum føri kommunurnar. Men nú skúlabyrjan var í gjár, er framvegis eingin sáttmáli gjørdur ímillum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfeløgini um løn undir útbúgving. 

 

Í minsta lagi 15.000 krónur

Arnleyð Tungá heldur, at tey, sum sum hava drúgvar arbeiðsroyndir, eiga at verða tikin framum.

Og hon heldur, at lønin má í minsta lagi vera 15.000 krónur um mánaðin, um tað skal ber til hjá sær at taka útbúgvingina. 

 

INNSLAG_Lon_undir_utbugving


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120