Ikki ráðiligt at gera Eirargarð til lestraríbúðir

Ikki ráðiligt at gera Eirargarð til lestraríbúðir
Umhvørvisstovan heldur tað ikki vera ráðiligt at samtykkja uppskotið at gera Eirargarð til lestraríbúðir
Umhvørvisstovan heldur tað ikki vera ráðiligt at gera Eirargarð til lestraríbúðir.
 
14.08.2025 - 18:29

Í hoyringssvari til uppskotið, sum var lagt fram í Løgtinginum í dag, sigur Umhvørvisstovan, at tey meta ikki, at tað er ráðiligt at samtykkja eitt lógaruppskot, hvørs endamál partvís er at seta verandi tinglýsingar- og matrikkullóggávu úr gildi spesifikt í mun til ein bygning í hesum føri Eirargarður 2 í Tórshavn.

Tað er Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, sum hevur lagt uppskotið fram at lata Eirargarð til Húsalánsgrunnin til at byggja lestraríbúðir.

Umhvørvisstovan sigur eisini, at sambært tinglýsingarlógini ber tað ei heldur til at stovna bygningin Eirargarður 2 sum ein bygning á leigaðum øki við tað, at ognin longu er ein samlaður fastur eigindómur.

Sum er, húsast Sjúkraflutningstænastan undir Sjúkrahúsverkinum á niðastu hædd í Eirargarði 2. 

Sjúkrahúsið viðmerkir í hoyringssvari, at hædd má takast fyri sjúkraflutningstænastuni, sum skal halda fram at húsast á niðastu hædd.

Neyðugt er, at sjúkraflutningsakfør kunnu brúka innkoyringina frá Eirargarði inn á Eirargarð 2, umframt at sjúkraflutningstænastan hevur ræði á økinum millum høga bygningin á Eirargarði 2 og tann lægra bygningin , sum er garagan.

Tey vísa eisini á, at tað verður neyðugt við fleiri parkeringsplássum, um bygningurin skal gerast til lestraríbúðir, tí longu nú er tað tørvur á fleiri parkeringsplássum.

Bygningurin á Eirargarði verður mettur til 50 milliónir krónur, sigur Fíggjarmálaráðið. Bygningurin verður latin Húsalánsgrunninum sum stuðul til mettu keypsupphæddina.

Í hoyringssvari sigur Bústaðir, tað er relevant at hugsa um skattskylduna av gávuni.

Heilsumálaráðið, Almanna-og mentamálaráðið, Heilsustýrið og Javnstøðunevndin húsast á Eiragarði 2, og flyta tí í leigað høli og høli hjá landinum í Tinganesi í heyst.

Almanna- og mentamálaraðið hevur samráðingar um at yvirtaka leigumálið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og tunnilsfelagnum á Bryggjubakka.

28. august verður fyrsta viðgerð av uppskotinum.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum í kvøld:

1758223
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364