Frá heimselituni í Berlin til Føroya Symfoniorkestur

Frá heimselituni í Berlin til Føroya Symfoniorkestur
Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar symfoniorkestrinum til stórslignu konsertirnar við Kim Hansen og bólki í februar
 
25.08.2025 - 15:03

Catherine hevur júst vitjað í Føroyum, har hon hevur heilsað upp á tónleikararnar, og hevur havt fyrstu fundirnar við listarligu leiðsluna í Føroya Symfoniorkestrinum. 

Tað boðar Føroya Symfoniorkestur frá í tíðindaskrivi. 

Catherine er fødd í Manchester, men hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin.

Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin, har hon eisini spældi við Berliner Filharmonikarunum.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin, tók Catherine í 2012 avgerð um at elta dirigentdreyminum.

 

Á palli við framúr orkestrum

Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr orkestrum, m.a. London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Í 2023 varð hon útnevnd til fyrsti tónleikaligari leiðari hjá National Youth Orchestras of Scotland. Í konsertárinum 2025-26 skal hon m.a. stjórna Deutsches Symphonie-Orchester Berlin, Orchestre National de Bordeaux og Münchens Kammerorkestri.

 

Fýra ár sáttmála

Hon hevur serligan áhuga fyri samtíðartónleiki og hevur stjórnað frumframførslum av verkum eftir m.a. Alexander Goehr, eins og hon hevur samstarvað við Ensemble Modern, Klangforum Wien og Birmingham Contemporary Music Group.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum, so hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.

Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt frýa ára samstarvsavtalu við Catherine.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751