Starvsfólk í Steinatúni skulu møguliga flyta

Starvsfólk í Steinatúni skulu møguliga flyta
Bygningurin lekur, og tað er ein avbjóðing, sigur kommunustjórin í Tórshavnar kommunu
Í dag verða øll starvsfólkini í gamla bankabyninginum kunnað um støðuna.
 
26.08.2025 - 10:15

Starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu, sum arbeiða í Steinatúni, flyta møguliga aðrastaðni.

Bygningurin lekur, og tað er ein avbjóðing, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri.

- Nøkur eru, sum ikki tola at vera í bygninginum, og vit fara at finna eina loysn, sigur kommunustjórin.

Seinnapartin í gjár hevði leiðslan fund við deildarleiðarar hjá kommununi.

Í dag verða øll starvsfólkini í gamla bankabyninginum kunnað um støðuna, eins og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, fer at greiða frá, hvørji atlit eiga at verða tikin í slíkum støðum.

Útivið 80 fólk starvast í bygninginum, sum Tórshavnar ommuna keypti frá Føroya Banka, táverandi BankNordik, í 2013.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342