Russland í løgtinginum í dag

Russland í løgtinginum í dag
Í dag fer tingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at seta tvey russisk reiðarí á svartalista
Ostankino er nú vestan fyri Føroyar á veg á fiskileið.
 
28.08.2025 - 07:05


Í dag fer tingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at seta tvey russisk reiðarí á svartalista, so skip teirra ikki kunnu fiska í føroyskum sjógvi ella koma í føroyska havn.

Eftir fyrstu viðgerð í dag fer málið í uttanlandsnevndina.

Skipini hjá øðrum reiðaríinum, Murman Seafood, eru ella hava verið í Føroyum.

Ostankino, sum hevur ligið í Ánunum í nakrar dagar, er nú vestan fyri Føroyar á veg vestureftir á fiskileið.

Melkart 2 er veg til Murmansk. 

Fimm onnur

Fimm onnur uppskot fáa fyrstu viðgerð í dag, sambært dagsskránni fyri tingfundin.

Millum annað uppskotið um at lata Húsalánsgrunninum og Bústøðum Eirargarð 2.

Eisini eru minningarorð um Øssur av Steinum, fyrrverandi løgtingsmann, á tingfundinum í dag.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.

Næsti tingfundur er so 10. september.

Tá vera munnligir fyrispurningar, teir fyrstu í hesi tingsetuni.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097