KÍ og NSÍ vunnu aftur hesaferð

KÍ og NSÍ vunnu aftur hesaferð
Oddaliðini í bestu fótbóltsdeildini við kvinnum vunnu bæði trygt í dag, og KÍ er tí framvegis trý stig frammanfyri NSÍ áðrenn innahýsis dystin næsta vikuskifti
KÍ vann trygt á HB í bestu deildini við kvinnum í dag
Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag  
 
31.08.2025 - 16:51

Oddaliðini í bestu fótbóltsdeildini við kvinnum vunnu bæði trygt í dag.

Malena Olsen, Maria Johansen, Tórunn Joensen og Sólja Ernstdóttir skutu málini hjá KÍ, sum vann 4-0 á HB í Klaksvík.

Úrslitið var tað sama í Runavík, har NSÍ vann á Víkingi. Sólja Johansen og Sigrid Jacobsen skutu eitt mál í part, og Heidi Sevdal skoraði tvær ferðir fyri heimaliðið. 

KÍ er fremst við 51 stigum, NSÍ er á øðrum plássi við 48 stigum, HB liggur nummar trý við 34 stigum, og Víkingur er nummar fýra við 28 stigum.

Næsta vikuskiftið tekur NSÍ ímóti KÍ í Runavík. Bert fýra dystir eru eftir at spæla, og hetta er næstseinasti innahýsis dysturin millum tey bæði fremstu liðini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107