Páll Finnur Páll í LEITISSTEIN, sum nú verður sent fríggjadag kl. 13

Páll Finnur Páll í LEITISSTEIN, sum nú verður sent fríggjadag kl. 13
Fyrstu gestirnir í LEITISSTEIN, sum í vetrarskránni hjá útvarpinum nú er flutt til fríggjadag kl. 13, eru oddamenninir í væl umtókta føroyska popprokkbólkinum Páll Finnur Páll
 
05.09.2025 - 05:00

Seinastu árini hevur tónleikasendingin LEITISSTEIN, har spikahamrandi feitur tónleikur altíð er at hoyra, verið at hoyrt týskvøld klokkan 21.  

Men nú vetrarskráin í útvarpinum er farin av bakkastokki, er sendingin flutt til fríggjadag seinnapart klokkan 13, og sendingin verður - um gjørligt - send beinleiðis.  

Flytingin er ein liður í at styrkja útvarpsskránna í vetur, tí ein týðandi partur av innihaldinum í LEITISSTEIN er, at føroysk tónlistafólk koma á gátt við nýggjum plátum og hava eitt sonevnt 'listening party'.

Tað merkir, at nýggja plátan verða spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um plátuna, skapanina av henni.  

So segði hann: Trýst á play við at trýsta á myndina. 

 

Páll Oddur og Finnur á gátt 

Fyrsta útgávan av LEITISSTIEN í vetrarskránni 2025/26 er ein 20 ára føðingardagur. Í ár eru tað nevniliga 20 ár síðani bólkurin Páll Finnur Páll útgav fløguna "Førist".  

Yvirhøvur var 2005 eitt krútsterkt ár fyri føroyskar tónleikaútgávur, tí tá komu eisini kendar plátur sum "A Place To Stand On" hjá Deja Vu, "Can't Erase It" hjá Lenu, "Morning Dew" hjá Høgna Lisberg og "Viva La Republica" hjá 200 út. 

Finnur Koba og Páll Oddur Rubeksen koma á gátt í LEITISSTIEN at tosa um víðagitnu útgávuna, "Förist", har kendir sangir sum "Dýr tíð", "Herbergið", "Rasputin", "Gulldama" og "Fari mín egna veg" eru at finna á. 

Fløgan var og er eisini eyðkend av serliga fløguhúsanum, ið Heiðrikur á Heygum sniðgav.  

Hvat: LEITISSTEIN 
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð 
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201