Strandfaraskip kosta nógv at umvæla

Strandfaraskip kosta nógv at umvæla
Umvælingin av Rituni skuldi kosta 600.000 kr., men tá avtornaði rindaði Strandferðslan 1,8 milliónir kr.
Ritan á sleipistøð.
 
12.09.2025 - 11:54

Tey smáu skipini eru dýr hjá Strandferðsluini, bæði tey nýggju og gomlu.

Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini kostaðu umvælingar og røkt av Erlu Kongsdóttur 5,1 millión krónur í 2023.

Av tí at talan var um skaða, kom tryggingin uppí, og hon rindaði umleið helvtina, ella 2,3 milliónir krónur til Strandferðsluna.

Eitt annað skip, sum hevur kostað meira enn ætlað hjá Strandferðsluni, er Ritan. 

Í 2023 var umvæling av Rituni ikki boðin út alment.

Strandferðslan bað um tilboð frá teimum fýra veitarunum í landinum, ið kundu gera arbeiðið. Tvær fyritøkur góvu tilboð, sum bæði lógu um 600.000 krónur. 

Strandferðslan tók av lægra boðnum. Tá ið avtornaði rindaði stovnurin slakar 1,8 mió. kr. fyri arbeiðið.

Sambært Strandferðsluni er tað rættiliga vanligt við gomlu skipunum, at arbeiðið verður meira umfatandi enn væntað.

Les frágreiðingina frá landsgrannskoðanini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595