Fært tú nokk av jodi?

Fært tú nokk av jodi?
Herborg L. Johannesen hevur lagt síðstu hond á eina ph.d ritgerð um jodinntøkuna í Føroyum
 
15.09.2025 - 09:50

Ph d. Ritgerðin hjá Herborg L Johannesen hevur heitið: Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum. Hon varpar ljós á jodstøðið í Føroyum og hevur týdning fyri bæði heilsufakliga vitan og framtíðar heilsupolitikk. 

Fært tú ikki nóg mikið av jodi, ert tú í størri vanda fyri at fáa onkra autoimmuna sjúku, so sum stoffskiftissjúkur av ymsum slag, og tað er nærum ógjørligt at kanna, um jodnøgdin í kroppinum er nøktandi, tí hon sveiggjar so nógv, alt eftir, hvat tú hevur etið. Og granskingarúrslit úr verkætlanini hjá Herborg benda á, at vit í Føroyum ikki fáa nóg mikið av jodi við matinum.

Men loysnin er ikki at fara út at keypa jodtablettir, sigur Herborg, tí at vandin við ov nógvum jodi er eisini til staðar, tí tað kann eisini elva til stoffskiftissjúku, so har skal vera ein javnvág.

Sjálv metir hon, at loysnin, ið danir nýta, har tað er lógarkrav at jod skal vera í saltinum, hevði hjálpt í Føroyum.

Hoyr samrøðuna við Herborg her

1763439

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532