Størri játtan til kirkjugarðsrøkt

Størri játtan til kirkjugarðsrøkt
13 kirkjugarðar eru í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta tvær milliónir aftrat til kirkjugarðarnar í kommununi.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
22.09.2025 - 10:02

Kirkjugarðarnir í Tórshavnar kommunu hava brúk fyri sløkum tveimum milliónum krónum meira, enn játtaðar eru í ár.

Játtanin er seks milliónir.

Men hon er ov lítil, hevur býráðið fingið at vita.

Býraðið samtykti hósdagin at játta slakar tvær milliónir aftrat.

13 kirkjugarðar eru í Tórshavnar kommunu. Teir kosta meira at røkta nú. 

Millum annað eru fleiri jarðarferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786