Skiftið: Eri eg blivin ør?

Skiftið: Eri eg blivin ør?
'Skiftið' er poddrøð um skiftisárini – eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum. Annar partur er í útvarpinum í dag
Annar partur av Skiftinum er í útvarpinum í dag klokkan 17.05. Finn allar partarnar á kvf.fo/ljod/sending/skiftid
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
23.09.2025 - 10:30

Skiftið er poddrøð í 9 pørtum um skiftisárini hjá kvinnum. Tíðin, sum kann vera buldraslig og kaotisk hjá nógvum kvinnum. Vit tosa við serfrøðingar, og føroyskar kvinnur siga frá sínum hugsanum og upplivingum við skiftisárum.

Annar partur er í útvarpinum í dag klokkan 17.05 og eitur 'Eri eg blivin ør?' Tú finnur allar partarnar í røðini her. 

 

Kvinnur kenna seg ikki aftur

Summar kvinnur missa seg sjálvar burtur í skiftisárunum, so at skilja, at tær ikki heilt eru, sum tær plaga at vera. Tær vita ikki, hví tær reagera, sum tær gera, og hví tær hava tað, sum er ein onnur flutt inn í kroppin, sum tær heldur ikki heilt kenna longur.

Hetta er nakað, sum hendir hjá nógvum kvinnum, sigur Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur, sum samstundis harmast um, at vit ikki vita nóg nógv um tað enn, tí ikki nóg nógv hevur verið granskað í økinum skiftisár:

- Tað, vit tosa um, er millum annað, at kvinnur gloyma illa, tær missa yvirblikk, fáa heilatoku, tær hava lítið yvirskot og orku, og tað minnir um tað, sum man kallar 'ammiheila', tá kvinnur hava smá børn.

- Hesar støður eru darvandi fyri kvinnur, leggur hon afturat, bæði tá tað snýr seg um arbeiði, men eisini bara at skula vera til í gerandisdegnum.

Hormonmongdin í kroppinum er skiftandi og kaotisk í skiftisárum, og hetta hevur við sær broytingar í huglagi og kenslum, sum kunnu vera truplar at stýra, og einki er, sum bendir á, nær og um hesar broytingar koma, og nær tær leggja seg aftur.

Fleiri kvinnur hava ótta og tunglyndi í hesum tíðarskeiði, og ofta fella skiftisárini saman við øðrum broytingum, sum til dømis at børn flyta heiman, og lívið skal takast upp til revisjón.

 

Kvinnurnar í panelinum: Tað er gott at tosa opið  

Sjálvsálit og sjálvsvirði verða ávirkað, og tað merkir, at kensluliga og sálarliga eru nógvar kvinnur ikki har, tær plagdu at vera, og tað er gott at tosa opið um, sigur Svanna Jákupsdóttir.

Tað halda tær tríggjar Eir í Ólavstovu, Bjørt Samuelsen og Barbara Holm eisini. Tær eru panelið í øðrum parti av sendingini:

- Eg veit ikki, um eg nakrantíð fyrr havi hoyrt nakran tosa í útvarpinum um, nær menstruatiónin steðgar, og tað er ótrúligt, tá helvtin av fólkinum í landinum fer gjøgnum eitt innviklað kvinnulív við øllum møguligum avbjóðingum, sigur Barbara Holm.

Kunning um skiftisár og fylgjurnar av teimum er ikki til at fáa fatur á, um ikki tú hevur kvinnur í nærumhvørvinum, sum hava upplivað okkurt og kunnu greiða frá tí:

- Tann fyrsta eg spurdi var mammu mína, og tað hjálpti mær ógvuliga lítið, tí hennara svar var, at tað havi eg aldrin merkt nakað til, sigur Bjørt Samuelsen.

Og er samfelagið so innrættað til kvinnur, hvørs sálarheilsa og kenslulív er úti av lagi orsakað av hormonum? Nei, heldur Eir í Ólavstovu:

- Um tú til dømis hevur lætt við at gráta ella ert sárbær, so er sera lítið pláss fyri tí í samfelagnum.


Hvat: Skiftið
Hvar: 
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979