Ikki neyðugt longur at søkja um sterilisatión

Ikki neyðugt longur at søkja um sterilisatión
Løgmálaráðið hevur endurskoðað lógina og dagført hana. Hon er eisini skrivað á føroyskum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, eigur uppskotið sterilisatión, sum kom í løgtingiði gjár.
 
24.09.2025 - 08:15

Lógaruppskotið um sterving og gelding kom í løgtingið í gjár.

Galdandi lóg um sterilisatión og kastratión er frá 1967.

Løgmálaráðið hevur endurskoðað lógina og dagført hana. Hon er eisini skrivað á føroyskum.

Sambært uppskotinum skulu fólk, sum eru eldri enn 25 ár, ikki longur søkja sterilisatiónsnevndina um loyvi til at vera steriliserað.

Og gift fólk skulu ikki longur biðja makan um loyvi, skal inntrivið gerast.

 

102 umsóknir í fjør

Sambært tølum hjá landslæknanum vóru 102 umsóknir um sterilisatión í fjør. Tær vóru 112 í 2023. 

Annars hevur talið seinastu 10 árini ligið millum góðar 60 og 80 umsóknir árliga.

Skotið verður upp, at fólk bara kunnu vera geld, um serstakt loyvi verður givið til tess.

Loyvi verður bara givið, um kynstráanin setir viðkomandi í vanda fyri at fremja brotsgerðir, ella førir við sær álvarsligar sálarligar sjúkur ella sosiala skerjing.

Áðrenn loyvi verður givið, skal ein frágreiðing vera frá Rættarlæknaráðnum.

Aldursmarkið, sum er 21 ár, verður hækkað upp í 25 ár.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424