Sambandsflokkurin viðger støðuna

Sambandsflokkurin viðger støðuna
Fundur verður við forfólkini í veljarafeløgunum fríggjadagin
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2025 - 13:14

Sambandsflokkurin fer nú at viðgera støðuna, sum er komin í, eftir at Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna floksins, stendur sum uppskotssetari av uppskotinum um fosturtøkulóg.

Hetta hevur elvt til misnøgd hjá sambandsfólki.

Í gjár boðaði Áron Vest frá, at hann tekur seg úr Sambandsflokkinum, og í gjárkvøldið boðaði Edva Jacobsen, fyrrverandi tingkvinna hjá Sambandsflokkinum, frá, at hon eisini tekur seg úr flokkinum.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen.

 

Í dag hevur valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, kunngjørt yvirlýsing, har felagið tekur frástøðu frá, at eitt tingfólk úr Sambandsflokkinum er við til at leggja uppskotið fram. 

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, hevur nú kallað inn øll forfólkini í veljarafeløgunum at umrøða íkomnu støðuna.

Fundurin verður fríggjadagin.

Løgtingið fer í morgin at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um fosturtøkulóg.

Hoyr samrøðu, sum Annika Bolton Mortensen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum: 

 

24092025_Bardur

 

Beinta Løwe.

 

Hoyr samrøðu við Beintu Løwe, politiskan viðmerkjara, sum var gestur hjá Frants Jensen í útvarpsstovuni: 

 

24092025_Beinta

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585