Nýtt sjúklingahotell byggjast í Keypmannahavn

Nýtt sjúklingahotell byggjast í Keypmannahavn
Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið kanna nú, um møguligt er at útvega sjúklingahotellinum í Keypmannahavn størri høli, tí tað, sum er nú, er ov lítið 
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er ov lítið.
 
25.09.2025 - 07:15

Nýtt og størri sjúklingahotell skal byggjast í Keypmannahavn.

Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið kanna nú, um møguligt er at útvega sjúklingahotellinum í Keypmannahavn størri høli, tí tað, sum er nú, er ov lítið. 

Og hesar kanningar hava longu givið úrslit.

Landsstýrið hevur givið loyvi til, at Heilsumálaráðið tosaði við danska flutningsmálaráðið, sum hevur víst á eitt møguligt grundøki tætt við Ríkissjúkrahúsið.

Og fundur hevur júst verið við Bygningsstyrelsen.

Á fundinum vóru umrøddir møguleikar fyri ráðgeving og samstarvi í sambandi við at byggja nýtt føroyskt sjúklingahotell.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.

Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, Tórshavn, hevur leingi verið ov lítið.

Og tað kann ikki útbyggjast.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129