Netanyahu segði JA

Netanyahu segði JA
Eftir fundin millum USA og Ísrael í kvøld er líkt til, at kríggið í Gasa kann fáa ein enda. Netanyahu tekur undir við friðarætlanini hjá Trump
Donald Trump og Benjamin Netanyahu eru í kvøld samdir um, hvussu kríggið í Gasa kann enda. Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix
 
29.09.2025 - 21:42

-Eg stuðli tíni ætlan um at enda kríggið í Gasa.

Tað vóru fyrstu orðini hjá Benjamin Netanyahu á tíðindafundinum, sum varð hildin eftir toppfundin millum USA og Ísrael í Hvítu Húsunum í Washington í kvøld.

Ísraelski forsætisráðharrin tók tó tað fyrivarni, at tekur Hamas ikki undir við avtaluni og síðani vísir veruligan vilja til at halda hana, so vil Ísrael gera arbeiðið liðugt í Gasa.

-Tað kann gerast lætta vegin, ella harða vegin, men tað verður gjørt, segði Netanyahu.

 

Gíslar leysir innan 72 tímar

Greiði boðskapurin hjá Benjamin Netanyahu er, at allir ísraelskir gíslar – livandi og deyðir – skulu latast leysir innan 72 tímar. Eisini skal avtalan tryggja, at Gasa ongantíð aftur verður ein hóttan móti Ísrael.

-Altjóða samfelagið skal tryggja, at Hamas missir alt sítt vald og øll síni vápn. Gasa skal avvápnast, segði Netanyahu á tíðindafundinum.

Afturfyri bindir Ísrael seg til lutvíst at taka seg aftur úr Gasa. Men tað verður tó við tí fyrivarni, at Ísrael tryggjar sær, at Hamas eisini missir alt sítt vald.

-Vit hava ikki tikið henda ógvusliga bardagan fyri fyri at Hamas skal vera verandi í Gasa, segði Netanyahu á tíðindafundinum.

 

Palestinar mugu taka ábyrgd

Á tíðindafundinum gjørdi amerikanski forsetin greitt, at palestinska fólkið nú má taka ábyrgd av síni egnu lagnu.

-Palestinar hava havt eitt sera hart lív undir Hamas, men góðtaka tey ikki hesa friðarætlan, so hava tey bara sær sjálvum at takka fyri tað, segði Donald Trump.

Amerikanski forsetin vendi sær eisini beinleiðis til Hamas.

-Tíðin er nú komin fyri Hamas at góðtaka treytirnar í hesi friðarætlan, segði Donald Trump á tíðindafundinum.

Í síðstu viku hevði amerikanski forsetin fundir við fleiri av arabisku londunum, sum vera mett at hava ein leiklut í Gasa. Sambært Donald Trump hava øll londini bundið seg til at avvápna alt Gasa. Øll hava góðkent friðarætlanina hjá Trump. Øll uttan Hamas, segði forsetin á tíðindafundinum.

-Øll lond hava góðkent ætlanina. Eg rokni við, at Hamas eisini góðkennir hana. Ger Hamas ikki tað, so fær Ísrael fullan stuðul úr USA til fullkomiliga at oyðileggja Hamas, segði Donald Trump á tíðindafundinum.

 

Avtala í 21 pørtum

Tað er ein umfatandi friðarætlan, ið USA hevur arbeitt við í seinastuni, saman við eini røð av øðrum londum. Fyrr í kvøld kundi tíðindastovan Reuters greiða frá nøkrum av tí, sum er við í avtaluni.

Sambært Reuters skal kríggið enda beinanvegin. Ísrael bindir seg til, at landið ikki vil hertaka Gasa. Eingin skal tvingast burtur úr Gasa, men øll skulu hava frítt at fara, og frítt at koma aftur. USA skal standa á odda fyri arbeiðnum at byggja Gasa uppaftur, eisini búskaparliga. Allir gíslar, livandi og deyðir, skulu latast Ísrael innan 72 tímar. Afturfyri vil Ísrael lata leysar 250 fangar við lívstíðardómi, umframt at 1700 fólk úr Gasa, sum eru tikin síðani 7. oktober 2023, skulu latast leys aftur. USA skal standa á odda fyri eini víðari samráðing millum Ísrael og palistinar um, hvussu partarnir í framtíðini kunnu liva í sátt og semju. USA skal standa á odda fyri eini altjóða herdeild í Gasa, sum skal tryggja friðin í økinum. Limir í Hamas, sum leggja vápnini, geva seg yvir og binda seg til at liva í friði, skulu fáa amnesti. Og so skal ST standa á odda fyri at veita neyðhjálp til Gasa.

 

Hamas hugsar

Qatar og Egyptaland boða í kvøld frá, at Hamas hevur fingið friðarætlanina hjá Donald Trump. Sambært londunum hava samráðingarleiðararnir úr Hamas fyribils svarað, at teir nú fara at umrøða og meta um ætlanina í “góðari trúgv”, sum tikið verður til, áðrenn teir koma við einum svari.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065