Esmar beinleiðis úr Studio 5

Esmar beinleiðis úr Studio 5
Esmar Fagraberg er sangari og sangskrivari úr Miðvági, ið higartil hevur givið tveir sangir út, men ætlanin er at koma við nýggjum tilfari áðrenn langt umlíður
Esmar Fagraberg var beinleiðis úr Studio 5 í morgun
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2025 - 15:46

Í fólkaskúlanum fekk Esmar undirvísing í trummum í eitt ár. Tá var tað fyri tað mesta klassiskt trummuspæl.

Esmar hevði tó betri hug til rokkin, og tí bleiv gittarin alt meira freistandi.

Skiftið frá trummunum til streingjaljóðførið hendi mest sum av tilvild, tá hann var 17 ár.

Esmar, sum um hetta mundið spældi nógvan fótbólt, kokti sær fótin illa og gekk á høkjum eina tíð.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Um somu tíð hevði maður fastur hansara gloymt ein gittar eftir. Á honum tók Esmar sínar fyrstu akkordir, og tá var hugurin kveiktur.

Esmar Fagraberg er eisini kendur frá bólkinum The Colorstorm, ið spældi saman við Lyon, tá teir vunnu Sement-tónleikakappingina. 

Nú stendur Esmar á egnum beinum við egnum tónleiki.  

"Tá ið eg skrivi sangir, leggi eg meg ikki eftir nakrari ávísari tónleikasjangru, men heldur tað, ið eg føli. Tónleikurin hjá mær kemur nokk undir singer/songwriter."


Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1767549

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392