Fakfeløg fara ikki at samráðast saman

Fakfeløg fara ikki at samráðast saman
Tey 22 fakfeløgini, sum hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið, siga, at felags samráðingar mugu fyrireikast væl, so partarnir vita, hvat teir samráðast um
Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, sum er eitt av teimum 22 fakfeløgunum, ið hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.10.2025 - 11:01

Fakfeløgini, sum hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið, fara ikki at samráðast um lønarkarm saman, nú nýtt umfar av sáttmálasamráðingum byrjar í næstum.

Tað skriva tey 22 fakfeløgini í skrivi, sum er sent Jan Sjóstein, stjóra á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

- Felags samráðingar mugu vera væl fyrireikaðar, so allir partar kenna greitt, áðrenn samráðingarnar byrja, hvat partarnir eru farnir inn til, siga fakfeløgini.

Ein av orsøkunum til, at feløgini ikki vilja broyta samráðingarnar nú er, at í Føroyum hava vit ikki hava rætta talgrundarlagið fyri at koma fram til rætt úrslit. 

- Tað er serliga spurningurin um grundarlagið undir brúkaraprístalinum, sum ikki er dagført síðani 2007, og talið av arbeiddum tímum, sum skal til fyri at kunna gera produktivitetin upp, sum mangla, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Hoyr innslag i útvarpstíðindunum: 

 

06102025_Oluva_um_samradingar

 

 

Jan Sjóstein er stjóri á Lønardeildini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur ongar viðmerkingar.

- Tilgongd er í málinum, og vit gera ongar viðmerkingar, meðan vit arbeiða saman við fakfeløgunum um málið, sigur hann.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026: 10 MANNAFAR
211352