Fyrsti skiparaskúlin í Føroyum var á Steig í Sandavági

Fyrsti skiparaskúlin í Føroyum var á Steig í Sandavági
Ætlanin er at húsini, sum nú verða umvæld og sett í upprunastand, skulu gerast eitt livandi savn hjá Sandavágs Bygdasavni og Fornminnafelag
Jan Erik Simonsen og Dagbjørn Hansen
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
06.10.2025 - 09:30

Húsini, sum hava staðið tóm og køld síðani 1963, eru í rættuliga góðum standi. Í løtuni verður arbeitt við at bjálva og klæða húsini, samstundis sum vindeyguni verða skift. Hetta arbeiði verður gjørt í samstarvi við Tjóðsavnið og Kontrast Arkitektar.

Suðuroyar Dánjal ella Dánjal Joensen, sum tók stig til fyrsta skiparaskúlan í Føroyum, var føddur í 1787 í Porkeri. Fyrsta bragdið gjørdi hann 17 ára gamal, tá hann var farin burtur á heiði eftir torvi. Á veg heimaftur sær hann at garðurin á Gjørðum í Porkeri stendur í ljósum loga. Menn royna at sløkkja eldin, samstundis sum 8 ára gamla bóndadótturin, Birita, framvegis er inni í húsinum. Komin til bóndahúsini, breyt Dánjal inn í húsini og fekk bjargað gentuni.

Í samrøðuni við Dagbjørn Hansen og Jan Erik Simonsen verður eitt nú nomið við søguliga býlingin á Steig, Suðuroyar Dánjal, fyrsta skiparaskúlan, og verkætlanina hjá Sandavágs Bygdasavni og Fornminnafelag. Eisini verður nýggja bókin um Suðuroyar Dánjal, sum kemur út seinri í november mánað, umrødd.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Dagbjørn Hansen og Jan Erik Simonsen her:
 

1767306

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Meira um sama evni

Siðsøga