Nú kemur kunngerð um eftirlit á eldraøkinum

Nú kemur kunngerð um eftirlit á eldraøkinum
Stýrini í kommunalu samstarvsøkjunum hava ábyrgdina av eftirlitinum
Heimið á Grønanesi í Vestmanna. Nú er uppskot gjørt um kunngerð um eftirlit á eldraøkinum.
 
08.10.2025 - 08:51

Almanna- og Mentamálaráðið og Kommunufelagið hava gjørt eitt uppskot um kunngerð um eftirlit á eldraøkinum, tað er við bústøðum, tænastum og tilboðum eftir lógini um heimatænastu.

Kommurnar hava eftirlitið.

Stýrini í kommunalu samstarvsøkjunum hava ábyrgdina av eftirlitinum.

Miðað verður eftir at hava óheft eftirlit, so alt virksemið kann røkkast innan fyri fimm ár. 

Eftirlitið kann vera fráboðað og ófráboðað.

 

Niðurstøður og átøk

Endalig eftirlitsfrágreiðing skal vera gjørd í seinasta lagi seks mánaðir eftir eftirlitið. Men innan fýra mánaðir skal fyribils eftirlitsfrágreiðing gerast.

Har skulu vera niðurstøður, tilmæld átøk og viðmældar broytingar.

Endalig eftirlitsfrágreiðing skal latast kommununum í samstarvinum og landsstýrisfólkinum í almannamálum.

Hon skal síðani, alt fyri eitt, almannakunngerast á heimasíðuni hjá samstarvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065