Fíggjarleiðarin í Posta farin úr starvi

Fíggjarleiðarin í Posta farin úr starvi
Tillagingar eru gjørdar í leiðsluni, og Ernst Jacobsen er nú bæði fíggjar- og rakstrarleiðari
Virksemið í Posta er minkað seinastu árini, og tillagingar eru nú gjørdar í leiðsluni.
 
10.10.2025 - 10:31

Fíggjarleiðarin í Posta, Jógvan Joensen, er farin úr starvi.

Tað váttar Edvard Remberg, stjóri á Posta, fyri Kringvarpinum. 

Virksemið er minkað seinastu árini, og tillagingar eru nú gjørdar í leiðsluni, sigur stjórin.

Fráfaringaravtala er gjørd millum partarnar, og nú fyrrverandi fíggjarstjórin er farin úr starvi frá 1. oktober at rokna, verður Ernst Jacobsen, sum higartil hevur virkað sum rakstrarleiðari, nú fíggjar- og rakstrarleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846