Gittarleikarin í Kiss deyður

Gittarleikarin í Kiss deyður
Ace Frehley, upprunaligi gittarleikarin í Kiss, er deyður 74 ára gamal. "Spaceman", ið hann bleiv nevndur, spældi við Kiss 1973 og til 1982 og síðani frá 1996 og til 2002
Ace Frehley, ið var upprunaligi gittarleikarin í Kiss, men eisini ein av stovnarunum av bólkinum, er deyður
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.10.2025 - 11:38

Ace "Spaceman" Frehley er nú at finna millum hinar stjørnurnar á rokkhimmalinum. 

Upprunaligi gittarleikari í Kiss, sum hann eisini var við til at stovna, er deyður 74 ára gamal. 

Frehley spældi við Kiss í tíðarskeiðnum frá 1973 og til 1982, og síðani frá 1996 og til 2002, og hann verður roknaður sum ein av mætastu gittarleikarum í rokksøguni. 

 

Partur av Rock and Roll Hall of Fame

Ace Frehley luttók á 10 plátum hjá Kiss, eitt nú "Destroyer", "Rock and Roll Over", "Love Gun", "Dynasty" og "Unmasked", og so ikki at gloyma konsertútgávunum "Kiss Alive" I og II, sum eru millum mest seldu konsertútgávurnar yvirhøvur.

Í 2014 var Frehley saman Kiss innlimaður í Rock and Roll Hall of Fame .

Frehley skrivaði eisini fleiri sangir i tíðini, ið hann var partur í Kiss, og í flestu førum sang hann eisini hesar sangir. Nevnast kunnu "Cold Gin", "Shock Me", "Hard Times", "Save Your Love", "Talk To Me", "Two Sides of the Coin" og "Torpedo Girls".

Í sambandi við, at Ace Frehley 29. februar í fjør útgav plátuna "10.000 volts", fekk Ragnar A. Jacobsen, vertur í RagnarRokki, orðið á heimskenda tónleikaran

1661836

 

Viðurkendur gittarleikari

Ace Frehley er ein ógvuliga viðurkendur gittarleikari, og tá tíðaritið "Guitar World" gjørdi upp, hvørjir teir bestu gittarleikarnir ígjøgnum tíðirnar vóru, endaði Ace Frehley á einum flottum 14, plássi. 

Gittarsolo hansara til "Shock Me" er eisini høgt á listanum yvir bestu gittarsoloir nakrantíð.

 

Stóð seg væl solo

Sum soloistur, var Ace Frehley eisini tann Kiss-limurin, ið kláraði seg best.

Serliga fyrsta sjálvnevnda soloútgáva hansara frá 1978 seldi avbera væl. Hon hevur selt platinum, ið merktir at yvir ein millión eintøk eru seld.

Síðani fyrstu soloutgávuna i 1978, so lat Ace Frehley úr hondum átta soloútgavur, umframt tvær útgavur við bólkinum Frehley´s Comet.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Undansending: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067