Sendirøðin Reyna vald út til stóra altjóða framløgu í London

Sendirøðin Reyna vald út til stóra altjóða framløgu í London
Nýggja føroyska sjónvarpssendirøðin, sum byggir á krimi-tríverkið hjá enska rithøvundanum Chris Ould, er ein av átta verkætlanum, sum skal leggja fram í London.
 
17.10.2025 - 22:30

Fyrst í næsta mánað skal Reyna-verkætlanin, sum er sjónvarpssendirøðin, sum byggir á krimi-tríverkið hjá enska rithøvundanum, Chris Ould, leggja fram fyri stroymingstænastum, søluumboðum og íleggjarum á stóru undirhaldsráðstevnuni, Content London.

Í gjár sendi Gró Studios út tíðindaskriv, har greitt verður frá, at føroyska sendirøðin er ein av átta verkætlanum, út av fleiri enn 90, sum er sloppin ígjøgnum nálareygað til framløguátakið Drama Series Pitch. 

Content London er ein av heimsins størstu ráðstevnum í altjóða undirhaldsvinnuni og Drama Series Pitch er ein serstakur sýnisgluggi fyri útvaldar fiktiónsverkætlanir at leggja fram fyri altjóða íleggjarum og samstarvsfeløgum, skrivar GRÓ Studios í tíðindaskrivinum.

Torfinnur Jákupsson hevur staðið fyri menningini av røðini saman við bretska samframleiðaranum Benjamin McGrath, og røðin verður framleidd av GRÓ Studios í Føroyum og bretska felagnum Red Herring Story í London, sum er eitt dóttirfelag, sum GRÓ Studios stovnaði í 2022.

Sendirøðin er nú á næsta menningastigi, og málið er at hava høvuðsfíggingina og samstarvsfelagar, harímillum høvuðsleikarar upp á pláss næsta ár. 

- Hjá føroysku filmsvinnuni er úrvalið til slík átøk eitt týðandi stig fyri at tryggja varandi samstarv við útlendskar pallar og íleggjarar, men um somu tíð er týðandi at varðveita okkara kreativa sjálvsavgerðarrætt. Ikki bert við atliti til hesa verkætlanina, men eisini fleiri aðrar, sum eru í virknari menning, og við atliti til framtíðina hjá føroyskari filmsvinnu sum heild, undirstrikar Torfinnur Jákupsson.

Fyrsta menningarstig er, afturat eginfígging, stuðlað av Filmsgrunninum, Mentanargrunni Landsins, Eysturkommunu og Betri Stuðul..

Vit fingu orð á Torfinn Jákupsson í gjárkvøldið. Trýst á leinkið niðanfyri og lurta eftir samrøðuni.

1776702

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189