Tubbaksídnaðurin hevur skift ham

Tubbaksídnaðurin hevur skift ham
Nú roynir tubbaksídnaðurin at sannføra fólk um, at tubbaksvørur, sum nú verða framleiddar og seldar, eru minni skaðiligar, enn tær plagdu at vera.
 
19.10.2025 - 15:30

Tað sigur Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari í Heilsustýrinum í sambandi við, at Heilsustýrið og Fróðskaparsetrið skipa fyri ráðstevnu um nikotin og tubbak.

- Vit hava leingi ynskt at varpa ljós á tubbak og nikotin. Serliga í mun til børn og ung er tað ungdómurin, sum er blivin stórbrúkari av nikotinvørum. Vit síggja tað m.a. í innflutninginum av snúsvørum. Og vit síggja eisini, at sniðgevingin av hesum vørunum soleiðis, at eingin ivi er um, at tað er málrættað til børn og ung. Tað sær út sum bomm, tað smakkar av bomm, tað angar av bomm, men tað oyðuleggur barnaheilan.

Ov lætt hjá børnum og ungum
Tað er eisini ein trupulleiki, at nikotinvørur eru ov lætt atkomiligar hjá børnum og ungum, heldur fólkaheilsusamskiparin. Hann hevur borið merki við, at hann hevur sæð nikotin í føroyska ítróttarumhvørvinum longu í 2014. Har sá hann, at snús er púra vanliga partur av tí at íðka. Tað er so nógv lættari at brúka snúsposar, enn tað t.d. er at roykja eina sigarett.

- Hetta er tubbaksídnaðurin í einum nýggjum hami, sum roynir at hava brukarar at halda, at nýggju tubbaksvørurnar eru minni skaðiligar. Men hetta er, sum Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyribyrgjan, eisini sigur, at tubbaksídnaðurin grætur síni krokodillutár. Tí hesar vørurnar eru málrættað til børn og ung, og nógv av teimum høvdu aldri byrjað at roykt, um tey ikki vóru krøkt av nikotini.

Ráðstevnan verður í Kongshøll hósdagin fyrrapart. Heilsustýrið og Fróðskaparsetrið skipa fyri. Mikudagin verða tvey onnur tiltøk um tað sama. Eitt er málrættað foreldrum, og hitt er ætlað til skúlar.

 

2025_10_19_Nikotin_og_tubbak_-_SnorriPatursson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983