Einki forðar læknum at søkja stjórastarvið í Heilsustýrinum

Einki forðar læknum at søkja stjórastarvið í Heilsustýrinum
Landsstýriskvinnan í heilsumálum er ósamd við Læknafelagið, um at tað skal vera krav, at stjórin í Heilustýrinum er lækni
Súsanna Bertholdsen er landsstýriskvinna í heilsumálum.
 
21.10.2025 - 09:24

Tað er einki, sum forðar læknum at søkja starvið sum stjóri í Heilsustýrinum.

Tað sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum um áheitanina frá Læknafelagnum, sum heldur,  at skal vera ein lækni, sum verður stjóri í Heilsustýrinum.

 

 

Tá Heilsumálaráðið søkti eftir stjóra til táverandi Fólkaheilsustýrið í 2022, var tað heldur einki krav um, at stjórin skuldi vera lækni.

Tann avgerðin var tikin út frá einum tilmæli frá einum tvørfakligum arbeiðsbólki, sum ikki helt tað vera neyðugt, at tað var krav, at stjórin skuldi hava læknaútbúgving. Orsøkin var, at hildið var, at tað fór at minka um talið av umsøkjarum óneyðuga nógv.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Susanna_Bertholdsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Andak
217173
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129