Lurtar ikki eftir ALS-stýrinum

Lurtar ikki eftir ALS-stýrinum
Talan er um formalitetir, sum skulu tryggja, at fíggjarlógin skal vísa fullfíggjaða mynd av búskapinum, sigur Ruth Vang
Ruth Vang, landsstýriskvinna, heldur fast við, at Arbeiðsloysisskipanin skal vera á fíggjarlógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2025 - 12:20

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer ikki at lurta eftir ALS-stýrinum, sum vil hava Arbeiðsloysisskipanina burtur úr fíggjarlógini.

- Talan er bert um formalitetir og teknikalitetir, sum skulu tryggja, at fíggjarlógin vísir eina fullfíggjaða mynd av búskapinum, sigur Ruth Vang.

Eftir frið í nógv ár er orðaskifti aftur kyknað um spurningin, um Arbeiðsloysisskipanin skal vera á fíggjarlógini ella ikki.

Stýrið fyri ALS sigur kortanei  og vísir til lógarásetingina, sum kom inn í ALS-lógina í 2009, men landsstýriskvinnan sigur, at ALS skal vera á fíggjarlógini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21102025_Ruth_Vang

 

Sí eisini: Stýrisformaðurin: Landsstýrið skal halda fingrarnar burturi frá ALS

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096