420 bústaðir við Stórutjørn

420 bústaðir við Stórutjørn
Talan verður um randarhús, íbúðir, lestraríbúðir, sethús og samanbygd krosshús
410 til 420 nýggir bústaðir verða bygdir við Stórutjørn.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
23.10.2025 - 08:12

410 til 420 nýggir bústaðir verða bygdir við Stórutjørn í Tórshavnar kommunu.

Talan er um randarhús, íbúðir, lestraríbúðir, sethús og samanbygd krosshús.

Krosshús eru nýggj í Føroyum.

Pláss verður til 11 av hesum samansettu krosshúsunum, sum hvørt kann hava úr fýra upp í átta bústaðareindir, skrivar býráðið.

Krosshúsini hava stór grøn felagsøki og bilfríar gongugøtur millum húsini og felags bilpláss uttan fyri grannalagið.

Hetta fer at minna um Tórsbyrgi.

Grundstykki við Stórutjørn vera byggibúgvin í seinnu helvt av 2026, sigur býráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595