Avgerðin um keypið ikki tikin enn

Avgerðin um keypið ikki tikin enn
Lofteftirlitsradarin, sum skal setast upp á Sornfelli, er ikki keyptur enn, hóast avtalan um hann er meira enn trý ára gomul. Avgerð er ikki tikin um keypið enn
Eftirlitsradarin skal vera á Sornfelli.
 
27.10.2025 - 06:29

Lofteftirlitsradarin, sum skal setast upp á Sornfelli, er ikki keyptur enn, hóast avtalan um hann er meira enn trý ára gomul.

Avgerð er ikki tikin um keypið enn.

Leiguavtala er heldur ikki gjørd enn millum Landsverk og donsku verjuna.

Ætlanin er, at formligu viðurskiftini vera avgreidd í fyrsta ársfjórðingi 2026.

Gongst sum ætlað, verður radarin tikin í nýtslu í 2028.

Tað er svarið, sum Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, fær frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um radaran.

Bárður á Steig Nielsen spurdi eisini, hvussu tær 21 mió. krónurnar, sum eru játtaðar fyri 2025 í verjusemjuni, vera brúktar.  

Landsstýriskvinnan svarar, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur biðið verjumálaráðið um at flyta pengarnar til næsta ár.

Í semjuni um verjumál frá januar vóru góðar 50 milliónir settar av komandi árini til møguligar íløgur í at menna trygd í breiðum høpi í Føroyum. 

Eftirlit við sjóumveldinum

Radaraeftirlit við sjóumveldi Føroya er eitt átak, sum hevur verið umrøtt at raðfesta í sambandi við játtanina, sigur Sirið Stenberg.

Bárður á Steig Nielsen spurdi eisini, hví Føroyar ikki eru við í avtaluni um nýggja samskiftiskaðalin, sum verður gjørdur millum Danmark og Grønland.

Sirið Stenberg svarar, at so skjótt tað gjørdist Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum greitt, at ein nýggjur samskiftiskaðal millum Danmark og Grønland í seinastu løtu var vorðin partur av semjuni um verjumál, var alt fyri eitt boðað frá føroyska áhuganum at vera við.

- Tað er mín greiða fatan, at føroyskt ynski um at gerast partur av verkætlanini verður gingið á møti, sigur Sirið Stenberg.

Hon skal tosa við danska verjumálaráðharran um kaðalætlanina seinni í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961