Virðislønirnar latnar í dag

Virðislønirnar latnar í dag
Í dag vera virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum handaðar í Stokkhólmi
Vinnararnir í ár.
 
28.10.2025 - 06:46

Í dag vera virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum handaðar í Stokkhólmi.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir frá tiltakinum. Byrjað verður at senda klokkan tíggju minuttir í fimm.

Tað er longu kunngjørt, hvørjir vinnararnir eru.

Tveir føroyingar eru teirra millum.


Tveir føroyingar

Sakaris Stórá fær virðislønina fyri filmin "Seinasta paradís á jørð" og Vónbjørt Vang fyri ynkingasavnið "Svørt orkidé."

Hini, sum fáa virðisløn, eru svenska Sara Lundberg, sum fær virðislønina fyri barna- og ungdómsbókmentir. Hon fær hana fyri myndabókina "Ingen utom jag."

Íslendska tónaskaldið og pianisturin Víkingur Ólafsson fær tónlistarvirðislønina.

Grønne Nabofællesskaber í Danmark fær umhvørvisvirðirlønina fyri verkætlanina "civilsamfundets grønne bidrag."

Virðislønin er 300.000 danskar krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040