Teitur fingið fína heiðursløn í Danmark

Teitur fingið fína heiðursløn í Danmark
Føroyski tónlistamaðurin Teitur Lassen hevur fingið heiðursløn úr Wilhelm Hansen Fonden. Saman við heiðrinum fylgja eisini 200.000 krónur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.10.2025 - 16:27

Wilhelm Hansen Fonden í Danmark hevur í dag kunngjørt tey, ið fáa heiðursløn úr grunninum í ár. 

Millum tey heiðraðu er føroyski sangarin og sangskrivarin Teitur Lassen. 

Heiðurin fær hann saman við fýra øðrum mentafólkum úr Danmark.

 

200.000 krónur

Saman við heiðurslønin, ið verður handaður í Dansehallerne í Keypmannahavn 18. november, fylgja 200.000 krónur.

Wilhelm Hansen grunnurin varð settur á stovn í 1995 við tí endamáli at stuðla tónleiki, sjónleiki og dansi. 

Tað verður bæði gjørt við framleiðslu- og útbúgvingarstuðli, umframt heiðursprísum, ið sambært grunningum sjálvum verða latnar "personligheder, der har værety berigende for vores kulturkreds."

Ein slík persónligheit er Teitur, sigur grunnurin, sum í ár letur ein slíkan heiðursprís og 200.000 krónur til føroyska tónlistamannin.

Umframt Teitur Lassen, so eru hini fýra, sum í ár hava fingið heiðursløn úr Wilhelm Hansen Fonden: 

 

  • Jørgen Carslund, leikstjóri og leikhúsleiðari 
  • Sophia Mage, danskari og koregraf
  • Ina-Miriam Rosenbaum, sjónleikari og leikstjóri
  • Tine Rehling, hørpuspælari

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938