Systrar á konsertferð

Systrar á konsertferð
Eivør og Elinborg hava saman við øðrum verið á konsertferð í Evropa í nærum seks vikur, og tær hava notið at arbeiða og ferðast saman .
 
30.10.2025 - 10:13

- Tá eg vaknaði, so sá eg bibburnar á Eivør, og eg dyrkaði tað, sigur Elinborg Pálsdóttir, tá hon varð spurd um, hvussu tað var at liva so tætt at systir sínari í einum bussi.

Hon greiðir víðari frá, at tað kendist so trygt at hava systrina við á konsertferð, tí tað føldist meira heimligt, og at hon uttan at blunka kundi klárað eina enn longri konsertferð á henda hátt.

Eisini Eivør er fegin um, at hava systrina við sær á ferðini.

- Tað er fantastskt at hava systrar. At fara til arbeiðis, har tú hevur góðar dagar, men eisini tyngri dagar, har orkan ikki er heilt, sum hon skal, tá er tað fantastiskt at hava eina systir har, sum lyftir teg upp uttan yvirhøvur at nýtast at siga nakað kanska.

 

Hava mist talið á konsertunum

Saman við 14 øðrum hava tær ferðast gjøgnum Evropa á einari konsertferð ið vardi nágreiniliga 38 dagar.

Tær eru ikki heilt vísar í, hvussu nógv lond tær hava vitjað, men konsertirnar hava verið 31 í tali, og umframt Eivør og Elinborg, var íslendski Ásgeir eisini við á ferðini.

Tær báðar gera annað enn at ferðast saman, tí tær brúka hvørja aðra nógv, eitt nú tónleikaliga.

- Eg má altíð senda alt til Eivør, tí hon má góðkenna tað, eg geri, og siga mær, um tað er kul, sigur Elinborg læandi.

Eivør er tó skjót at viðmerkja, at hetta gongur báðar vegir, tí eisini hon brúkar Elinborg at sparra við.

 

Hoyr samrøðu og sangin "Troyst" hjá Elinborg, sum kemur út í morgin:

 

1773048

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096