Rósa á ting fyri Steffan

Rósa á ting fyri Steffan
Bill Justinussen, sum var næstur á listanum, hevur tikið seg úr Miðflokkinum
Rósa Tyril Gaardlykke hevur tikið sæti á tingi fyri Steffan Klein Poulsen.
Mynd: Løgtingið  
 
03.11.2025 - 11:17

Rósa Tyril Gaardlykke hevur tikið sæti á tingi fyri Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, sum er farin í farloyvi, nú hann umboðar løgtingið á ST-aðalfundi í New York.

Næstimaður á listanum hjá Miðflokkinum var annars Bill Justinussen, men hann hevur boðað frá, at hann tekur ikki sæti sum varamaður, tí hann hevur tikið seg úr Miðflokkinum.

Á løgtingsvalinum 8. desember í 2022 fekk Bill Justinussen 382 atkvøður og Rósa Tyril Gaardlykke 93 atkvøður.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985