Kirkjuráð endurspegla fólkið

Kirkjuráð endurspegla fólkið
Kirkjuráðsval er í dag
Durita Nolsøe er forkvinna í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju, men stillar ikki uppaftur hesa ferð.
 
04.11.2025 - 13:09

- Kirkjuráðini eru endurspegling av býum, bygdum og býlingum og fólkunum har.

Tað sigur Durita Nolsøe,  forkvinna í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju. 

Hon stillar ikki uppaftur í ár, men fylgir væl við í tí, sum rørir seg, nú kirkjuráðsval er.

Valevni, sum vit hava tosað við, siga, at tey vilja hava ávirkan. 

Mest sannlíkt sleppa kirkjuráðini, sum verða vald í dag, eisini at velja biskup í hesum valskeiðnum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04112025_Kirkjuradsval

 

Í innslagnum hoyrdu vit valevni fyri fýra tær størstu sóknirnar: Havnar kirkju, Vesturkirkjuna, Hoyvíkar kirkju og Christianskirkjuna. 

Tey eru Eirik Suni Danielsen, Dánjal Egilstoft, Annemi Joensen og Súsanna Lydersen. 

Valevnislistarnir síggjast her. 

226 fólk stilla upp, 115 kvinnur og 111 menn, til kirkjuráðsvalið, sum er í dag.

Í kirkjusóknunum eru 41.478 limir í fólkakirkjuni, 32.384 teirra hava valrætt, 78,1 prosent. 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858